Siga sum minst

Súkkling - Hvørki av fremstu liðunum vil siga nakað um taktikkin í Suðuroynni í dag

– Eg sigi einki. Vit fáa at síggja í morgin.
Tað sigur Hafsteinn Ægir Geirsson, tá hann verður spurd­ur um íslendska tak­tikk­in í Suðuroynni, har ann­ar harði dagurin á rað er á skránni í Statoil Kring Før­oyar.
– Tað sigur seg sjálvt, at eg og liðið fyrst og fremst skulu verja okkara støðu, so tað er líkasum upp til aðrar, um teir ætla at leypa á. Men har eru nógvar brekkur, so fáa vit at síggja, sigur Hafsteinn.
Heldur ikki Gunnar Dahl-Olsen, sum í gjár var næst­fremstur á mál og er á næstfremsta liðnum, vil siga nakað um, hvussu ætlanin er at súkkla seg til sigurs í Suðuroynni í dag.
– Nú høvdu vit ein harðan endaspurt á Glyvrum, so alt kann henda í Suðuroynni. Men tað verður ein heilt onn­ur kapping, tí har eru fleiri støð, har tað ber til at stinga av, sigur Gunnar.
– Í fjør var tað niðan úr Fámjin, at alt bleiv avgjørt, men har eru fleiri møguleikar. Torkil, Gudmundur og eg fara í øllum førum at gera okk­ara til, at vit kunnu vinna lið­kapp­ingina aftur í ár.