Hósmorgunin um 5.30 tíðina kom eldur í eini raðhús í Sornhústúni í Havn. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at eldurin byrjaði í eini sofu. Orsøkin til eldin er ikki greið enn.
? Eldurin byrjaði í eini sofu, og sofur tendra ikki av sær sjálvum. Tí gita vit, at tað var ein sigarett, ið elvdi til eldin, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Ógvuliga stórur skaði stóðst av eldinum ? mestsum alt brendi úr teimum. Eldurin spreiddi seg tíbetur ikki til húsini við síðuna av, men fingu tey húsini ógvuliga stóran roykskaða, veit vakthavandi á politistøðini at siga frá.
Eldurin var ógvuliga stórur, men tað gekk væl at sløkkja og gekk tað eisini rímiliga skjótt fyri seg. Av tí, at orsøkin til eldsbrunan ikki er greið enn, verður málið framvegis kannað.