Í dag kostar ein pakki av sigarettum góðar 30 krónur í Danmark, men myndugleikarnir eiga at tvífalda prísin, sigur Kræftens Bekæmpelse Kræftens Bekæmpelse vil hava donsku politikararnar at taka stig, sum skulu forða fyri, at ungfólk nakrantíð festa sær í, og sum skulu fáa roykjarar at leggja av.
-Royndir úr øðrum londum vísa, at tað loysir seg at gera sigarettirnar dýrari, og tí eiga vit at royna tað sama her, sigur Per Kim Nielsen hjá Kræftens Bekæmpelse við danska útvarpið. Hann heldur, at sigarettirnar eiga at kosta einar 60 krónur sum í eitt nú Noregi og Bretlandi.
Kræftens Bekæmpelse heldur, at sigarettirnar eru ov sjónligar í kioskum og handlum, og at ymisk fjald reklama skal bannast.