TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við nýggja høvuðsvenjaran hjá TB, Sigfríð S. Clementsen, sum fekk fulla úrtøku í sínum fyrsta dysti, tá TB á heimavølli vann 3-1 á NSÍ.
Sigfríður S. Clementsen heldur, at talan var um ein sannan mannfólkainnsats, sum TB-arnir løgdu fyri dagin, har teir, sum byrjaðu inni tóku av møguleikanum, og stríddu seg til ein sigur. Nýggi TB-venjarin er tó ikki nøgdur við fyrsta korterið av dystinum, tá NSÍ var omaná, men so fótaði TB sær aftaná hetta.
Útgangsstøðið hjá nýggja TB-venjaranum var at liggja lágt við liðnum hjá sær, og inni á Facebook-bólkinum hjá TB fær nýggi TB-venjarin nógv rós fyri sítt taktiska upplegg.
Nú bíðar ÍF norðuri í Fuglafirði. Sigfríður S. Clementsen dugir ikki at síggja hví TB ikki líka so væl kann sigra á ÍF, tá liðið hevur sigrað á NSÍ.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá dystinum