Sigfríður heldur fram í HB

- Hóast gongdin avgjørt ikki hevur verið nøktandi í ár, eru partarnir samdir um at taka eitt tørn afturat, skrivar HB á heimasíðuni. Sigfríður Clementsen verður eisini venjari hjá HB í komandi kappingarári.

 

Sigfríður Clementsen gjørdist venjari í HB, tá ið felagið endaði samstarvið við Julian Hansen miðskeiðis í farna kappingarári.

 

- Hóast gongdin sum so ikki vendi, megnaðu Sigfríður og hjálparvenjarin Ingi Rasmussen at halda liðinum í deildini, og til tíðir sóust sera góða taktir, skrivar HB á heimasíðuni.

 

- At teir høvdu dirvið at seta fleiri yngri leikarar við, skal telja til teirra rós, og spennandi verður at síggja, hvussu hesir ungu menn fara at fella til komandi ár.

 

Avtalan millum HB og Sigfríð Clementsen er galdandi eitt kappingarár fram.