Víkingur váttar í kvøld, at Sigfríður Clementsen verður nýggjur venjari og tekur yvir alt fyri eitt.
Víkingur hevur havt eitt miseydnað kappingarár í ár og úrslitið eru bara blivin verri. Nú hevur felagið valt at skifta venjara. Inn fyri Jógvan Martin Olsen kemur Sigfríður Clementsen.
Enn er ógreitt hvussu landið liggur viðvíkjandi fráfarandi venjaranum, men Jógvan Martin Olsen hevur fyri kortum boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá Víkingi eftir hetta kappingarárið, tí hann fer í nýtt starv á Svangaskarði.
Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, vil ikki gera viðmerkingar til venjaraskiftið, men vísur til tíðindaskrivi, sum felagið hevur sent út í kvøld.
Tíðindaskrivið frá Víkingi ljóðar soleiðis:
Víkingur og Jógvan Martin Olsen eru í dag komnir ásamt um at steðga samstarvinum. Víkingur hevur samstundis gjørt sáttmála við Sigfríð Clementsen fyri restia av kappingarárinum og fyri kappingarárið 2014.
Víkingur hevur fleiri sera spennandi uppgávur fyri framman við bæði Europa Leauge luttøku og hálvfinaluni í kappingini um løgmansteypið. Harumframt ætlar felagið eisini í ár, eins og undanfarnu ár, at liggja í fremstu røð í landskappingini. Sigfríður hevur nógvar og drúgvar royndir, sum venjari í Føroyum, og við at gera ein hálvt annað ára sáttmála við Sigfríð, metir felagið at seg hava fingið ein góðan venjara, sum kann røkka málunum felagið hevur sett sær.
Jógvan Martin hevur verið venjari hjá Víkingi síðani 2009 og hevði sáttmála til 1. november í ár.
Umftamt at hava verið venjari hjá 1. liðnum hevur Jógvan Martin eisini, saman við ungdómsvenjarunum hjá felagnum, havt ábyrgdina at leggja ungdómsvenjingarnar hjá felagnum til rættis. Somuleiðis havur hann loyst nógvar aðrar uppgávur fyri felagið.
Víkingur hevur í tíðini Jógvan Martin hevur verið venjari vunnið Løgmansteypið tvær ferðir, og úrslitini hava annars verið góð.
Jógvan Martin hevur gjørt ein megnar arbeiði í tíðini hann hevur verið í Víkingi, og eru vit sera takksom fyri tað góða samstarvið vit hava havt við hann.
Mest lisið hesa vikuna
Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina
24. oktober kl. 21:15
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
24. oktober kl. 15:02
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
21. oktober kl. 16:21
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
22. oktober kl. 12:18
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Tað verður illveður um vikuskiftið
22. oktober kl. 09:16
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi
4 tímar síðan
Fótbóltur
FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini
4 tímar síðan
Tíðindi
ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina
5 tímar síðan
Fótbóltur
FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum
5 tímar síðan
Fótbóltur
Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð
5 tímar síðan
Tíðindi
Netanyahu undir trýsti undan valinum
5 tímar síðan
Tíðindi
Kropslutir av manni funnir í Rínánni
6 tímar síðan
Tíðindi
Átta leiðarar í Norðurlondum: Bjóða tøknirisunum av
6 tímar síðan
Tíðindi
FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini
6 tímar síðan
Tíðindi
Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik
7 tímar síðan
Tíðindi
Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge
8 tímar síðan
Tíðindi
TEENS á Naxos
8 tímar síðan