Sigfríður: TB átti brotsspark

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Sigfriður Skaale Clementsen høvuðsvenjari hjá TB heldur Poul N. Mikkelsen gjørdi brotsspark ímóti Albert Adu

Poul N. Mikkelsen í ÍF-verjuni gjørdi brotsspark ímóti Albert Adu, og átti at fingið reyða kortið, soleiðis sá TB-venjarin, Sigfríður Skaale Clementsen støðuna ímóti dystarenda í Fuglafirði, tá ÍF og TB spældu javnleik 2-2.

 

Sigfríður S. Clementsen heldur, at ÍF var betri liðið, og hevði bóltin meir, men hann er fegin um, at hansara menn stríddu seg uppaftur, og bjargaðu sær tað eina stigið.

 

Nú ger TB-venjarin klárt at taka ímóti tí liðnum hann kennir so sera væl. TB tekur ímóti Víkingi, og har ætlar Sigfríður S. Clementsen framvegis at verða ósigraður, sum venjari hjá TB. Higartil hevur Sigfríður S. Clementsen fingið fýra stig í tveimum dystum, sum venjari hjá TB.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Sigfríður S. Clementsen segði í telefonsamrøðu við Rás2 fyri løtu síðani.