Undan kappingarbyrjan varð fokus sett á útsøgnina hjá Víkinga venjaranum Sigfríði Clementsen, sum segði, at Víkingur hevði møguleika at vinna á øllum og harvið var boð upp á toppplasering. Tí kom tað púra óvæntað, tá ið AB eftir fyrsta umfar fór úr Gøtu við 2-0 sigri.
-Vit vóru óhepnir og skoraðu ikki upp á møguleikarnar. Líkindini vóru vánalig, og einki gekk okkara veg. Síðani hava vit tíbetur fótað okkum, staðfestir Sigfríður Clementsen. Tá ið Víkingur var á Argjum, eydnaðist tað at vinna 3-0.
Hesa ferð er tað sjálvandi bági fyri Víking, at tveir av týdningarmiklastu stríðsmonnunum, Atli Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus, eru leikbannaðir.
Oddbjørn Joensen og hinir í AB vóru væl nøgdir eftir 2-0 sigurin á ÍF síðsta sunnudag:
-Alt gekk í 1. hálvleiki ÍF ímóti, tá ið teir mistu fleiri spælarar og gjørdu sjálvmál. Vit fingu nyttu burturúr, og tað fegnast vit um. Nú hava vit vunnið tríggjar ferðir og spælt tríggjar ferðir javnt, og nú eru vit leysir av botninum. Nú hava vit fokus á at fáa ÍF og KÍ aftur. Spælararnir skulu hava rós fyri, at teir vísa fínan hugburð, og eg fegnist ikki minst um, at Jógvan Skeel Nolsøe og Sorin Anghel standa seg væl í álopspartinum.
Felags fyri Sorin Anghel og Jógvan Skeel Nolsøe er, at tað er ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla í dag. Tað er eisini ivasamt, um miðvallarin Jobin Drangastein verður førur fyri at spæla. Heilt vist er tað, at miðvallarin Bárður Olsen ikki verður við. Hann er framvegis burturstaddur.