Í yvir hundrað ára gamla handlinum hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu í Havn var hátíðarhald seinnapartin í gjár í sambandi við, at Sigga Jocobsen hevði starvast har í samfull 40 ár uttan slit.
Handilin skipaði í hesum sambandi fyri móttøku fyri at heiðra Siggu. Og tá kunngjørdi Kristian á Dul, stjóri, at Sigga Jacobsen fekk »fortjenesete medalje« frá hennara hátign, Margretu Drotning fyri trúgva tænastu. Og Sigga hevur verið trúgv hjá Mariu Poulsen, har hon hevur verið í starvi út í eitt øll hesi 40 árini.
Kristian á Dul greiddi frá umhvørvinum í Tórsgøtu í røðu síni. Hann hugleiddi um, hvussu nógv virksemið í gøtuni er broytt hesi fjøruti árini.
Fyri fjørti árum síðani starvaðust eini 150 fólk í ein radius upp á 50 metrar her frá handlinum, greiddi hann frá, og hann sipaði til eitt nú til Meiaríið, Posthúsið, Frants Restroff.
Hann nevndi eisini, at Birgar Johannesen, sum má metast at vera ein hin fremsti serfrøðingurin í miðbýnum í Havn fyri 10 árum síðani nevndi fyri sær, at tað bara vóru 13 virkir í miðbýnum, sum vóru tey somu sum fyri 30 árum síðani.
Og eg ringdi til Birgar í gjár fyri at vita, hvussu støðan var í dag, og vit komu til, at nú eru bara sjey av hesum virkjum, sum eru tey somu, sum fyri 40 árum síðani, segði hann.
Av teimum er handilin hjá Mariu Poulsen ein, handilin hjá Kissa ein og Skálabúðin ein annar.
Sigga Jacobsen gevst í starvinum hjá Mariu Poulsen 1. mars. Hon fylti 67 tollaksmessudag.