Høgni Hoydal, landsstýrismaður, skal nú greiða løgtinginum frá, hvussu støðan er við grágásini í Føroyum, nú skjótt hálvtannað ár er farið, síðani loyvi var givið til, at bøndur og jarðareigarar eftir umsókn fingu loyvi at skjóta burtur av stovninum alt árið.
Tað er Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, sum hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning um grágásina.
Løgtingsmaðurin vísir á, at stovnurin hevur verið friðaður seinnu árini, men at bæði Fuglafrøðifelagið, Umhvørvisstovan, Havstovan og onnur mæltu frá at geva loyvi til at skjóta grágæs, tí eingin veit, hvussu nógv er til av grágás í Føroyum.
Kári P. Højgaard vísir á, at tað eru fleiri ivamál, ið gera seg galdandi, tá loyvi verður givið til at skjóta ein fugl sum grágásina. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, Hilmar Jan Hansen gjørdi við Kára P. Højgaard fyri Rás 2.