»Kultur-spákan í Kjøpinhavn« kallar Virgar Dalsgaard túrin, sum hann bjóðar fólki týsdagin 7. August.
– Eftirsum nógvir útisetar leingjast eftir Føroyahúsinum í hesum varmanum, gera vit ein Kjøpinhavnara-túr til gongu týsdagin tann 7. august 2018 kl. 14.00, skrivar Virgar Dalsgaard.
Tey, ið fara túrin við Virgari hittast beint uttan fyri Føroyahúsið á Vesterbrogade kl. 13.45.
– Vit spáka og hyggja at søguligum bygningum og ymsum minnismerkjum í tí centrala Kjøpinhavn. Fólk, sum eru turistar ella gestir úr Føroyum, eru sera vælkomin við. Ferðin varar ca. tveir tímar, og eftir túrin enda vit við at fara oman á Fiskatorgið at eta sera bíligt »Miðalhavs-buffet« fyri tey, sum hava hug og tíð.
Virgar Dalsgaard sigur, at túrurin kostar bara symbolskar 20 kr. fyri hvønn, sum eru til benzin og parkering.
Tilmelding og nærri upplýsingar á telefon 30364175, heilsar Virgar T. Dalsgaard