Sigið løgregluni frá

Pápi 16 ára gamla drongin, sum var fyri racistiskum harðskapi sunnumorgunin, heitir inniliga á fólk, sum vóru vitni til tilburðin, um at ringja til løgregluna.
- Annars hevur harðskapurin vunnið, sigur hann.

Vit hava prátað við pápan at dronginum, sum var álopin í býnum sunnumorgunin.
Hann er sjálvsagt sera skelkaður av hendingini, og ikki minst er hann vónbrotin av, at fólk, sum hava sæð tilburðin, ikki lata við seg koma.
Pápin er ikki í iva um, at fólk hava sæð tað sum fór fram, tí nógv fólk eru í býnum um fimmtíðina sunnumorgun.
Hann leggur dent á, at familjan ynskir at vera anonym, tí tey sjálvsagt eru bangin fyri avleiðingunum, um tey standa fram.
- Teir, sum gera tílíkt eru púra blottaðir fyri empati. Hetta er vold og rasisma, og tað einasta rættsiktað fólk kunnu gera, um tey síggja slíkt, er at melda tað til løgregluna. Um vit lata tað fara óátalað fram, hevur harðskapurin vunnið, sigur pápin, sum bæði er keddur, óður og bangin av hendingini.

Ikki fyrstu ferð
Hetta er ikki fyrstu ferð sonurin hevur verið fyri racistiskum harðskapi. Hinar ferðirnar hevur hann ikki vilja meldað, men hesaferð var álopið so ógvusligt, at tey valdu at fara til løgregluna. 16 ára gamli drongurin, sum er uppvaksin í Føroyum og hevur føroysk foreldur, er ongin harðskapsmaður, men var farin ein túr í býin, sum onnur ung fólk.
- Eg skilji bara als ikki, at vitni ikki ringja til løgregluna. Tí skal hetta vera ein innilig áheitan til fólk um at ringja til løgregluna hvørja einastu ferð tey uppliva slíkt. Annars verður støðan her á landi ein, sum vit ikki ynskja, tað er heilt vist, sigur pápi drongin, sum var fyri harðskapinum sunnumorgunin.