Nólsoy/Fugloy: Gongst sum ætlað fáa nólsoyingar eitt annað og betri skip til siglingina í summar. Og tað sama kann fólkið í Svínoy og Fugloy gleða seg til.
Hetta er partur av ætlanini at dagføra siglingina á hesum báðum leiðunum. Og hetta er samstundis í tráð við játtanina til Strandferðsluna.
Neyvan man nakar vera í iva um, at best hevði verið við tveimum heilt nýggjum skipum til báðar farleiðirnar. Men játtan er altso ikki til hetta í hesum umfari.
Játtan varð einans til at bøta um verandi flota hjá Strandferðsluni, og tí verður tað so, at Ternan fer at sigla til Nólsoyar, meðan Ritan fer at sigla úr Hvannasundi til Fugloyar og Svínoyar (sí annars aðra grein her á síðuni).
Ternan fyrst
Í hesum døgum eru menn í ferð við at rokna uppá tilboð uppá arbeiðið, at seta Ternuna í stand aftur til at røkja Nólsoyarleiðina.
Skipið hevur ligið við bryggju á Tvøroyri, og hevur verið nýtt sum eykaskip hjá Strandferðsluni. Men nú skulu rættiliga stórar umvælingar, dagføringar og eisini betringar gerast umborð.
Í farnu viku vóru menn umborð á Ternuni fyri at hyggja eftir umstøðunum, og sum skilst á strandferðslustjóranum, Boga Mortensen skulu hesi tilboðini vera inni seinni í hesi vikuni.
- Vit gera fyrst arbeiðið umborð á Ternuni, tí tað er nakað væl størri enn tað, sum gerast skal umborð á Rituni, sigur Bogi Mortensen við Sosialin.
Ætlanin hjá strandferðsluni er, at bæði skipini skulu verða klár til siglingina seinni í vár – í øllum førum, tá summarferðslan av álvara byrjar.