Sigldi á land í Eysturoy – við kenning

Tað er líka ólógligt at sigla við kenning, sum tað er at koyra

Í morgun fekk løgreglan boð frá fólki, sum høvdu sæð ein bát, ið sá út til at vera farin á land á Garðsenda á Toftum.

 

Tað eydnaðist manninum, sum var við bátinum, at sleppa av aftur við egnari megi og at sigla inn í bátahylin.

 

Men har stóð løgreglan so fyri honum. Tað sást á bátinum, at hann hevði borið við land, tí hann fingið nakað av skaða. Men løgreglan sá eisini, at maðurin, sum var við bátinum, var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka.

 

Tað er líka ólógligt at sigla við kenning, sum tað er at koyra við kenning, og tískil varð maðurin tikin.

 

Løgreglan sigur, at blóðroynd varð tikin av honum, og tá ið úrslitið er komið, verður hann skuldsettur fyri at hava brotið lógina um trygd á sjónum við at hava siglt á kenning.

 

Løgreglan sigur annars, at tað var nógv fólk í býnum í nátt, og at tey hava havt rættiliga nógv at gera í tí sambandi, serliga av fullum fólki, men sum heild var alt friðarligt kortini.