Sigldi á land við Sjeynd­ir – mað­ur bjarg­að­ur við tyrlu

Ein útróðrarbatur sigldi í gjárkvøldið á land vestan fyri stakkin við Sjeyndir

Tað var klokkan 20:40 í gjárkvøldið, at løgerglan fekk fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði siglt á land við Sjeyndir vestan fyri Stakkin norðast á Streymoynni.

Bjargingarbáturin Rescue Vón, sum heldur til á Eiði, varð sendur eftir manninum, tá tá teir komu á staðið var so ókyrt, at teir sluppu ikki til bátin. Tí varð bjargingartyrlan hjá Atlantsflog boðsend kom tók mannin og flutti hann á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at uppgávan hjá teimum var millum annað at kanna um rúsdrekka ella annað var uppí, og tað varð staðfest, at so var ikki. 

Sambært heimasíðuni hjá MRCC, so byrja bjargingin klokkan 20:50 og tók tveir tímar.