Fyri fyrstu ferð hevur eitt skip siglt rundan um jørðina uttan at brúka segl ella brennievni. Tann 4. mai legði M/S Turanor PlanetSolar at bryggju í Monaco, og tá vóru 585 samdøgur, síðani skipið legði frá landi. Hesa tíðina sigldi skipið meiri enn 30.000 fjórðingar við sólorku.
M/S Turanor PlanetSolar, sum er ein 115 føtur long tvíkilja, var í 28 londum á ferðini kring jørðina fyri at gera vart við, hvat sólorka eisini kann brúkast til.
Tann 39 ára gamli Raphaël Domjan, sum hevur staðið fyri ferðini, fekk hugskotið fyri fleiri árum síðani, og í 2008 fekk hann týska vinnulívsmannin Immo Ströher at fíggja verkætlanina. Tvíkiljan er bygd á einari skipasmiðju í Kiel í Týsklandi.