Á rættarfundinum í dag, greiddi ákærin, Linda Hesselberg, frá tilburðinum, tá tvey Sea Shepherd fólk vórðu handtikin og hald varð lagt á teirra bát, meðan ein grind varð hildin til í Bø.
Tey bæði, Xavier Figarella, Frakland, og Marianne Baldo, Italia, verða skuldsett fyri at hava brotið grindalógina, tí tey vóru nærri enn eina sjómíl frá grindini, tá tey vórðu biðin um at halda seg burtur.
Tað var klokkan 13.15, at boð vóru um, at ein grind varð sædd vestanfyri Mykines. Nærum fýra tímar seinni, klokkan 16.57, var grindin dripin.
Klokkan 16.25 hevði løgreglan samband við skiparan umborð á Brigitte Bardot, ið nú var komin á staðið. Løgreglan gav teimum boð um, at tey ikki fingu lov, at nærkast grindini, men skuldu halda eina fjarstøðu á eina sjómíl. Skiparin umborð á Brigitte Bardot svaraði, at hann fór at halda seg burtur.
Klokkan 16.35 eygleiðir løgreglan, at ein gummibátur verður settur í sjógvin frá Brigitte Bardot. Tvey fólk eru umborð, og tey seta kósina inn gjøgnum fjørðin.
Løgreglan, ið var í egnum gummibáti, rópti á tey, og bað tey halda frástøðuna, men førarin á bátinum svaraði, at hann ikki skilti enskt, og sigldi víðari.
Løgreglan valdi ikki at elta bátin, men halda eyga við Brigitte Bardot. Í staðin settu teir seg í samband við ein annan løgreglubát, ið lá longri inni í fjørðinum, ið nú helt eyga við bátinum við teimum báðum Sea Shepherd fólkunum.
Klokkan 16.50 upplýsti løgreglan, á seinna løgreglubátinum, Sea Shepherd fólkini um, at tey nú vóru komin ov nær grindini, og vórðu biðin um at steðga bátinum alt fyri eitt.
Tað tók eini 40 sekund áðrenn Sea Shepherd fólkini steðgaðu bátin, og førarin byrjaði tá at trætast við løgregluna, og helt uppá, at tey ikki vóru komin ov nær, og at hann ikki ætlaði sær at steðga.
Løgreglan valdi tá at handtaka tey bæði, leggja hald á gummibátin og ymiska útgerð, ið tey høvdu við sær. Harímillum var eitt myndatól, eitt minniskort til mýndatólið og eitt WHF radio.
Tey ákærdu vóru ikki til staðar, men verjin hjá teimum, Jógvan Páll Lassen, upplýsti at tey noktaðu seg sek.