Siglingin hjá Smyrli og Teistanum skerjast

Nú skal siglingin hjá Smyrli og Teistnum skerjast.

Tað gjørdi Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, greitt í Løgtinginum beint nú.

Gerhard Lognberg spurdi hann um hald er í leysatíðindunum um, at siglingin hjá Smyrli og Teistanum skal skerjast fyri at spara.

Johan Dahl váttaði at so er og at Smyril og Teistin missa ein túr um vikuna.

Hann sigur, at hetta er fyri at spara. Annars er so nógv spart á nógvum økjum at nú ber ikki til at spara meir uttan at raka siglingina.

Landsstýrismaðurin sigur, at nýggj altjóða krøv til hvílitíð og arbeiðstíð hjá manningum fara at kosta Strandferðsluni einar 10 milliónir og samstundis dýrkar oljan alsamt.