Tað verður rættiliga nógvur vindur um vikuskiftið og vandi er fyri, at tað fer at órógva siglingina hjá Strandferðslunu alt vikuskiftið. Tað er serliga siglingin hjá Smyrli, sum verður órógvað, men broytingar avlýsingar kunnu eisini væntast aðrastaðni
Smyril siglur norður av Krambatanga nú klokkan 15.30 og suður aftur klokkan 18.30 eftir ferðaætlanini.
Men túrurin til Havnar klokkan 21 í kvøld og av Havnini til Suðuroyar klokkan 7 í morgin árini, verða ikki sigldir, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Í morgin er ætlanin at Smyril skal sigla ein túr aftur og fram. Sum tað sær út nú, fer hann av Krambatanga klokkan 9.30 og av aftur Havnini klokkan 16.
Men Jens Petur Brattalíð ger vart við, at fráferðir kunnu bæði verða útsettar og framskundaðar, alt eftir veðrinum.
Somuleiðis er avgjørt, at túrurin av Krambatanga klokkan 18.30 í morgin, leygardagin, og suður aftur klokkan 21 í annaðkvøld, verða ikki sigldir.
Jens Petur Brattalíð sigur, at eisini sunnudagin er væntandi, at broytingar vera, alt eftir veðrinum.
Men sum tað sær út í løtuni, verður siglt norður av Krambatanga eftir ferðaætlanini klokkan 8.30 og suður aftur klokkan 11, og so verður ikki siglt aftur sunnudagin
Men Jens Petur Brattalíð ger vart við, at tíðirnar eru bara vegleiðandi, tí fráferðir kunnu verða fluttar, alt eftir veðrinum.
Hann sigur nógvan vind alt vikuskiftið, heilt upp í storm av útsynningi, suðri og landsynningi. |