Siglingin til Nólsoyar verður nú skerd

Strandferðslan skal eisini taka støðu til um túratalið hjá Smyrli skal skerjast

Tað er nú greitt, at túratalið hjá Strandferðsluni ímillum Havnina og Nólsoy, verður skert.

 

Tórshavnar Havn hevur hækkað havnagjøldini og brúgvagjøldini, og sostatt fær Strandferðslan eina eykarokning í ár upp á 30.000 krónur, bara fyri Ternuna.

 

Og tað hevur Strandferðslan ikki ráð til, uttan at skerja túratalið til Nólsoyar, sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. Tískil boðar Strandferðslan nú frá, at Vegna sostatt verður siglingin ímillum Nólsoynna og Havnina skert ein túr um vikuna.

 

Tað verður túrurin mikumorgnar klokkan 9.30 av Havnini til Nólsoyar, ið fellur burtur. Broytingin kemur í gildi í viku 34, tað er vikan sum byrjar 21. august og hon verður galdandi tað, ið eftir er av árinum.

 

Jóan Petur Abrahamsen sigur, at havna- og brúgvagjaldið hækkar eisini hjá Smyrli, og nú støða er tikin til nólsoyarsiglingina, fer Strandferðslan eisini at taka støðu til, hvussu verður við siglingini hjá Smyrli, og um tað eisini verður neyðugt at skerja hana.

 

Hann sigur, at ein trupulleiki hjá Strandferðsluni er, at játtanin er ikki hækkað so mikið, at rúm er fyri at prísir og lønir hækka, og tá ið játtanin frammanundan er tepur, mugu stig takast fyri at fáa hana at halda.

 

Hann sigur, at tey kanna støðugt, hvussu tey fáa játtanina at halda, og nú er so tað stigið tikið at skerja nólsoyarsiglingina ein túr.

 

– Vit hava royndu at fáa Tórshavnar Havn at bíða við príshækkingunum til næsta ár, men tað var til fánýtis og tí mugu stig takast nú, sigur hann.

 

Hann sigur, at um summarið er ein maður eyka við Ternuni fyri at hon skal fáa loyvi til at sigla við so nógvum ferðafólkum, sum eru við, men inntøkan av øktur ferðaseðlasøluni er ikki nóg mikið til at rinda fyri tann mannin. Tað er ein orsøk til, at støða nú er tikin til at skerja túratalið.

 

Bíða vit við at skerja túratalið, skulu tveir túrar takast úr ferðaætlanini fyri at játtanin kann halda, so vit hava roynt at fara so skynsamt til verka sum tilber, sigur hann.

 

Vit hava meiri seinni.