Rokan er í fjøruni á Lindø skipasmiðjuni.
Hetta skrivar Strandferðslan á síni heimasíðu.
Smyril er á Lindø skipasmiðjuni í dokk, og øll arbeiðini eru nú í gongd.
Á myndini sæst Smyril við sandblástum botni, bógskrúvurnar eru tiknar úr og farnar til umvælingar.
Eftir tíðarætlanini verður Smyril klárur at sigla heim tann 12. oktober, upplýsir SSL.