Sigmundur er farin í bløðini

Fleiri bløð á oynni Reunion hava nú skrivað um føroyingin Sigmund Andreasen, sum ikki enn hevur fingið passið aftur. Í einum av bløðunum eru tvær síður við fleiri myndum av honum. Hann hevur longu merkt stuðul frá fólki á staðnum, og tey duga eisini at síggja, at skipanin ikki er í lagi

Vábingurin Sigmundur Andreasen sá tað sum ein møguleika at leggja trýst á dómsvaldið og teir, sum ráða í landinum, við at fara í bløðini við málinum um skipanina í landinum, og hvusu hann sjálvur hevur verið viðfarin undir hesi skipanini.

Hann var kanska nakað óheppin við tí fyrsta blaðnum, tí tað kom í mánadagin, beint eftir at Frakland gjørdist heimsmeistari í fótbólti. Og við so stórum tilknýtningi til Frakland, sum Reunion hevur, so skrivaðu teir næstan bara um heimsmeistaraheitið í tí blaðnum og skóru niður á annað tilfar.

Men Sigmundur hevur eisini fingið onnur bløð at skriva um málið. Og her hevur HM eisini verið ein hjálp hjá honum. Danmark og Frakland spældu jú í sama bólki, og tí vita teir flestu íbúgvarnir á Reunion nú, hvar Danmark liggur. Og frá Danmark er jú ikki so langt til Føroya, í hvussu er ikki tá ið ein er staddur út fyri Suðurafrika.

Eini fýra - størri og minni - bløð á Reunion hava skrivað um Sigmund. Á tí blaðnum, har mest varð gjørt burturúr, vóru tvær heilar síður og eini fýra myndir. Eitt blað á Mauritius hevur eisini skrivað um Sigmund, og við hjálp frá øðrum arbeiðir Sigmundur nú við at fáa málið í okkurt blað í Frankaríki.

? Mest stóð í bløðunum síðsta fríggjadag. Nú eg gangi úti á gøtuni eru fleiri, sum kenna meg aftur. Fleiri teirra halda eisini hetta vera skilaleyst, sigur Sigmundur, tá ið vit høvdu hann í telefonini fyrrapartin í gjár.


Kemur fyri 28. juli

Sigmundur skuldi saman við sakførarunum hjá sær tosa við dómaran, ella presidentin fyri forhoyrinum, sum tað eitur eftir tí fronsku skipanini. Men dómarin, sum er ein koma, vildi heldur ikki hesaferð lurtað eftir teimum. Teir hava nú appelera sakina, og kemur hon fyri tann 28. juli, sama dag sum sakin um tann spanska skiparan kemur fyri. 29. juli hevur hesin spaniólin sitið seks mánaðir, og tá hava myndugleikarnir ikki longur loyvið at afturhalda einum manni. Nú verður tað eisini ein annar dómari, sum skal taka málið upp. Sjálvur hevur Sigmundur eisini betri mót nú. Hann roknar nevnliga við, at hann nú fær passið aftur.

Sigmundur er eisini greiðir yvir, at Óli Jacobsen gjøgnum fiskimannadeildina í ITF, roynir at ávirka millum annað gjøgnum fronsk fakfeløg