Signa Vár Dávadóttir vann sær í nú vikuskiftinum bæði altjóða silvurheiðursmerki og bronsuheiðursmerki á Special Olympics World Games 2019 í Abu Dhabi / Dubai.
Fyrst fekk hon silvur í 200 m blandað, við tíðini 2:53.40, síðani silvur í 100 m firvald, við tíðini 1:18.60 og at enda bronsu í 200 m frí, við tíðini 2:32.68.
Sostatt vann Signa Vár Dávadóttir heiðursmerki í øllum kappingunum, sum hon luttók í.
Signa Vár venur til dagliga í Havnar Svimjifelag, og í Abu Dhabi / Dubai kappaðist hon fyri Parasport Føroyar.
Á myndini er Signa Vár longst til høgru, við bronsuheiðursmerkinum um hálsin.