Special Olympics svimjararnir Heidi Eliasen og Signa Vár Dávadóttir Joensen hava seinastu tíðina havt stóra framgongd við svimjingini, skrivar ÍSB.
Tíðirnar eru nú so góðar at tær hava fingið ávikavist talentnál og bronsunál frá Svimjisambandi Føroya, sum viðurkenning fyri góðu tíðirnar hjá teimum í kappingum í heyst.
Heidi fekk talentnál fyri tíðina á 50 m frí, sum hon svam í kapping í Vági 27/9-2015, meðan Signa Vár fekk bronsunálina í 400m frí við tíðini 5:35.78, sum hon svam í Klaksvík 24/10-2015.
Heidi Eliasen og Signa Vár Dávadóttir luttaka, hóast teirra brek, í kappingum á jøvnum føti við svimjarar, ið ikki bera brek. Báðar venja tær við, og kappast fyri, Havnar Svimjifelag. Bronsunálin, ið Signa Vár Dávadóttir hevur fingið, er ein viðurkennning av góðu tíðini og samstundis gevur góða tíðin henni rætt at luttaka í Føroyameistaraskapskappingunum hjá Svimjisambandi Føroya. Tað er einans eitt lítið tal av ÍSB-íðkarum, ið hava megnað hetta bragd áður.