Tjóðveldisflokkurin hevur enn ikki havt fundin, har málið um Signar á Brúnni skal viðgerast. Og høvuðspersónurin gongur tí og bíðar í spenningi, um hann kanska tá fær svar upp á onkran av teimum ósvaraðu spurningunum.
Kanningin er nú liðug og eitt úrslit fyriliggur. Tað er hetta evnið, ið hevur mín serliga áhuga á komandi fundi í Tjóðveldisflokkinum, sigur landsstýrismaðurin, ið mátti víkja sessin fyri øðrum partamanni.
Signar á Brúnni hevur nógv um at vera og røkir sítt dagliga yrki sum løgtingsmaður. Og hann gongur ikki við hevnd í huganum. Hann vil bert hava svar upp á nakrar ósvaraðar spurningar, men ætlar ikki, at málið síðan skal fáa nakrar fylgjur.