Á eyka flokstingi mánakvøldið varð avgjørt, hvør skuldi stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til komandi fólkatings, sum verður 20. november. Mánakvøldið var eitt av nøvnunum á listanum Signar á Brúnni, men hann var sjálvur ikki við á fundinum. Tá listin yvir valevni varð lagdur fram á tíðindafundi týsmorgunin, tá stóð Signar á Brúnni ikki á listanum yvir valevni.
Tað vísir seg nú, at Signar á Brúnni kortini fer at stilla upp til fólkatingsvalið.
-Eg var ikki við á fundinum, men eg havi nú játtað at stilla upp fyri flokkin, sigur Signar á Brúnni við Sosialin.
Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldisflokkin, sigur, at hann er glaður fyri, at Signar á Brúnni stillar upp, og hann stóð ikki á listanum, tá ið hann ikki hevði endaliga váttað, at hann fór at stilla upp.
Hetta verður aðru ferð, at Signar á Brúnni stillar upp til fólkatingsvalið. Hann er løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, og hann hevur eisini umboðað flokkin sum landsstýrismaður.