Signar takkar fyri seg

Signar á Brúnni stillar ikki upp til løgtingsvalið í vár, og nú tykist vegurin hjá Torbirni Jacobsen liggja víðopin inn í løgtingið. Formaðurin fyri Tjóðveldisflokkin harmast avgerðina hjá Signari

Signar á Brúnni hevur boðað nevndini í Eysturoyar Tjóðveldisfelag frá, at hann fer ikki at stilla upp til komandi løgtingsval.
Hetta verður fyrstu ferð síðani 1970, at tjóðveldismaðurin í Fuglafirði ikki stillar upp á løgtingsvali.
Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði annan uppstillingarfund í Leirvík mikukvøldið, og tá kom tað fram, at Signar á Brúnni fer at gevast í politikki.
? Eg havi hugsað nógv um, hvørt eg skuldi halda fram, men eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg fari ikki at stilla upp til komandi løgtingsval, sigur Signar á Brúnni.
? Tá tú hevur verið við í politikki í so nógv ár sum eg, so kemur tíðin eisini, tá tú skalt lata onnur fólk sleppa framat.
Ein uppstillingarfundur er eftir í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og spurningurin er, um flokkurin fær roynda politikaran at broyta støðu.
? Nei, eg ætli mær ikki at broyta avgerðina, slær Signar á Brúnni fast.
Hann sigur, at stríðið um landsstýrissessin í fyrraárið einki hevur við hesa avgerðina hjá honum at gera. Tað er lagt afturum, sigur hann.

Tveir toppskorarar burtur
Avgerðin hjá Signari hevur við sær, at vegurin hjá Torbirni Jacobsen tykist liggja víðopin inn í løgtingið.
Á seinasta valinum fekk Signar á Brúnni 286 atkvøður, meðan Tobbi fekk 232. Triðji maðurin á listanum var Hans Tausen Olsen, sum fekk 145 atkvøður.
Tað er smeitur fyri tjóðveldislistan í Eysturoynni, at Signar ikki stillar upp, og smeitur kennist ivaleyst dyggari av, at Hans Tausen Olsen, sum var triðbestur seinast, heldur ikki stillar upp.

Harmast avgerðina
Formaðurin fyri Tjóðveldisflokkin, Høgni Hoydal, sigur seg harmast um avgerðina hjá Signari um at taka seg aftur.
? Signar er ein av okkara mest royndu politikarum, og eg hevði vónað, at hann vildi taka eitt tak afturat fyri flokkin. Tí er tað harmiligt, at hann ikki stillar uppaftur, sigur Høgni Hoydal.
Ger hetta støðun hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni veikari til komandi val?
? Tað rokni eg ikki við. Nú er listin ikki endaligur enn, men eg vænti, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur nógv onnur góð fólk at seta á listan.
Kann avgerðin hjá Signari hava nakað at gera við stríðið um landsstýrissessin hjá honum?
? Nei, tað meti eg ikki. Tað málið var viðgjørt, sum tað skuldi í flokkinum, og Signar var eisini sjálvur við til at taka avgerðina. Bæði áðrenn og aftaná hava vit tosað væl saman, so tað hevur neyvan nakað við hesa avgerð at gera.
? Eg vóni, at Signar vil arbeiða fyri flokkin, hóast hann ikki fer at stilla upp. Flokkurin hevur brúk fyri hansara drúgvu royndum í politikki, sigur Høgni Hoydal.

Ungur á ting
Signar á Brúnni var fyrstu ferð valdur í løgtingið í 1970, og hann var tá yngsti løgtingslimur. Síðani 1970 hevur Signar stilla upp hvørja ferð, og bara eina ferð slapp hann ikki inn.
Tað var í 1980, tá Petur Reinert varð valdur á tjóðveldislistanum í Eysturoynni. Fýra ár seinni var Signar aftur í tinginum, og seinast í áttati árunum var hann leiðari í Tjóðveldisflokkinum.
Hann var við til at skipa samgonguna í 1989, og tá gjørdist hann eisini varaløgmaður. Hann hevur síðani sitið trý skifti sum landsstýrismaður í samanlagt fimm ár.

Noyddist úr landsstýrinum
Í mars mánaði 2000 fór Signar á Brúnni úr landsstýrissessinum eftir at ivi var sáddur um embætisførsluna hjá honum. Ein kanning reinsaði seinni Signar fyri allan illgruna, men hann fekk ikki landsstýrissessin aftur, sum hann segði seg hava fingið lyfti um.
Tá núverandi sjálvstýrissamgonga varð skipað fyri fýra árum síðani, tóktist Signar á Brúnni vera eitt upplagt val til starvið sum løgtingsformaður, men politiska kabalin gekk øðrvísi upp, og Signar gjørdist landsstýrismaður við mentamálum.
Signar á Brúni er útbúgvin lærari. Hann hevur starvast meginpartin av tíðini í Fuglafirði, har hann eisini er ættaður, men hann hevur eisini verið lærari á Strondum og í Leirvík.