Fyri løtu síðani var stór móttøka í býráðssalinum í Klaksvík fyri Signhild Joensen og Róki Trygvason úr Ægir. Løtan varð hildin, fyri at heiðra góðu úrslitini báðir svimjararnir høvdu fingið í kappingini Danish Open 2017.
Føroyskir svimjarar settu tilsamans tíggju føroysk met og seks føroysk juniormet á Danish Open 2017, umframt at vinna tilsamans trý gullheiðursmerki og eitt úr silvuri.
Av teimum tíggju metunum átti Signhild Joensen seks. Av teimum seks juniormetunum átti Signhild øll seks. Eisini vann Signhild Joensen gullheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, helt røðu og lat svimjarunum báðum hvør sína gávu. Eisini helt umboð fyri svimjifelagið Ægir røðu. Nógv fólk var savnað til móttøkuna.
Dávur Winther hevur tikið myndirnar