1. deild kvinnur:
StÍF-Kyndil 25-22 (11-9)
Signhild Petersen gjørdi bart, tá hondbóltskappingin fór av bakkastokki um vikuskiftið.
Hon skoraði ikki færri enn 14 mál, tá StÍF vann á Kyndli í væl spældum og spennandi dysti sunnudagin.
Bæði StÍF og Kyndil eru væl fyri í ár og hava góð lið. Og tá liðini tørnaðu saman longu í fyrsta umfari av kappingini, sást valla at tað var so tíðliga á hondbóltsárinum.
Spælið gekk skjótt og var merkisvert flótandi, spælararnir orkaðu væl og allan dystin vístu liðini gott spæl.
StÍF var næstan allatíðina frammanfyri, men tað var tætt og spennandi. Fyrstu løtuna legði StÍF seg fram um 4-0. Kyndlakvinnurnar vóru óneyvar hesa løtuna, og teir brendu kjansirnir at byrja við, vóru eisini munurin millum liðini, tá avtornaði.
Kyndil kom ongantíð nærri enn tvey mál frá StÍF fyrra hálva tíman, og tað var eisini munurin millum liðini, tá tey fóru til hálvleik.
StÍF helt seg frammanfyri
Í seinna hálvleiki togaði Kyndil seg inn á StÍF, tær komu uppá 14-14 tá seks minuttir vóru spældir, og miðskeiðis í seinna hálvleiki fór Kyndil fram um 17-16.
Men StÍF fótaði sær aftur, og Signhild Petersen gjørdi trý mál á rað, soleiðis at støðan gjørdist 19-17 til StÍF. Tá sleptu strandakvinnur ongantíð aftur, hóast Kyndil tvær ferðir var bert eitt mál aftanfyri. Endaliga úrslitið gjørdist 25-22.
Kyndil gjørdi skjótt av, tá tær fóru í mótálop, og skjótálopini vóru væl skipað og góvu nógv mál. Kyndil hevur fleiri góðar skjúttar, og tær gera nógv mál úti frá. Tað er ikki so vanligt í kvinnudeildini, men tá spælarar sum Ann Hansen, Lotte Sørensen og Beinta Sørensen royna seg úti frá, gevur tað ofta mál.
Bæði StÍF og Kyndil spælt kontant verjuspæl, og tað førdi eisini við sær nógvar útvísingar. Fýra ferðir noyddust StÍF-spælarar út í tveir minuttir, meðan Kyndlaspælarar fingu fimm útvísingar.
StÍF væl fyri
Hóast StÍF hevur mist lyklaspælarar sum Sóley Mikkelsen og Daimi Poulsen, sum báðar hava skaða í knænum, er liðið væl fyri, og er væl spælt saman.
Signhild Petersen er profilur, og eins og hon var tað í hesum dystinum, kann hon gerast munurin, tá dystirnir gerast javnir og tættir.
Longu í annaðkvøld skal StÍF í dyst aftur. Tá spæla tær móti GÍ í Gøtu. Kyndil spælir aftur leygardagin tá tær fáa vitjan av Stjørnuni.