Vegna tingarbeiði er Eyðgunn J. Samuelsen, býráðslimur, farin í farloyvi frá býráðsarbeiðnum í Klaksvík Á seinasta býráðsvali fekk Javnaðarflokkurin tvey umboð vald í býráðið, sum eru Eyðgunn J. Samuelsen og Jákup F. N. Mikkelsen, meðan Signhild V. Joensen á Trøllanesi við 107 atkvøðum gjørdist nummar trý og harvið fyrsti varabýráðslimur floksins hesa býráðssetuna, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.
Vegna tingarbeiði hevur Eyðgunn J. Samuelsen søkt um farloyvi frá býráðsarbeiðnum, sum í minsta lagi verður hetta árið út. Signhild hevur somuleiðis tikið sæti í teimum nevndum, har Eyðgunn er limur ella varalimur.
Valskeiðið 2005-2008 var Signhild eisini inni í býráðnum partar av valskeiðnum, og hevur hon sostatt royndir frá býráðsarbeiðnum.