VB-Stjørnan 21-21 (12-10):
Á heimavølli í Vági eru VB-kvinnurnar mest sum einaráðandi. Hetta hava tær víst nú í skjótt fleiri kappingarár, og aftur sunnudagin mátti Stjørnan ásanna, at hóast sína einaráðandi støðu, so fingu heldur ikki tær stigini við sær úr Vági.
Háspenningur
Gestirnir vóru tó nakað skerdar undan uppgerðini. Hvørki Lise Hjort Hansen ella Joan Midjord Djordjevic vóru tøkar hjá liðnum, og hetta argaði eisini fyrstu longu løtuna.
VB hevði nevnliga hug at seta seg á dystin. Tó at Stjørnan hekk so dánt í teimum, so var tað støðugt VB, sum hevði nøsina framman fyri, og tað var eisini í tráð við spælið, at tær fóru til hálvleiks við eini leiðslu.
Men eftir steðgin gekk nakað nógv javnari á. Eftir at Stjørnan hevði javnaði til 13-13, var ongan tíð meira enn tað eina málið á muni, og talan var veruliga um háspenning millum liðini bæði.
Við 10 minuttum eftir at spæla slapp Stjørnan fyri fyrstu ferð framum, men tað var nú ikki so leingi, at tær áttu leiðsluna.
Ístaðin fekk VB aftur eina lítla yvirvág, og fram til tað seinasta tóktist, sum skuldu tær halda báðum stigunum eftir.
Seinasta álopið í dystinum gav tó tvær útvísingar til VB, og tá Stjørnan so eisini fekk brotskast burturúr, kundi Simona Petersen í vanliga tryggum stíli senda hetta í meskarnar til endaliga javnleikin.
Finalan í eygsjón
Enn er VB tvey stig aftan fyri Neistan, ið er liðið, sum tær kappast við um rættin at spæla FM-finalu móti Stjørnuni. Men tað er vert at hava í huga, at enn kunnu tær úr Vági væl og viðiliga sjálvar gera av, hvussu leikur fer í hesum.
Neistin hevur nevnliga enn til góðar at vitja í Vági. Og við tveimum dystum av hesum slag eftir á skránni, kann VB væl sjálvt gera av, hvar tær skulu enda á talvuni.
Stjørnan tykist hinvegin bert bíða eftir, hvørja mótstøðu tær fáa í finaluni. Tveir dystir í Vági hava bert givið eitt stig, men í aðrar mátar hevur Stjørnan fingið fult, og tí eru tær nú væl og virðiliga á odda í landskappingini.
Fakta um dystin
VB-Stjørnan 21-21 (12-10)
10 min: 5-3
20 min: 9-9
40 min: 13-13
50 min: 17-18
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 9(3), Kristina Holm 5, Laila Jespersen 4, Miriam Michelsen 2, Monika Samuelsen 1
Stjørnan: Simona Petersen 9(2), Durita Christophersen 3, Anna Kristina Samson 3, Durita Mikkelsen 2, Bára S. Klakstein 2, Una Olsen 2
Brotskøst: VB 3, Stjørnan 2
Útvísingar: VB 3, Stjørnan 3
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen