Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Stóri spurningurin í talvheiminum hevur hesar seinastu mánaðirnar verið, hvussu Kasparov fór at takla tapið av HM-heitinum til Vladimir Kramnik seinasta heyst. Í samfull 16 ár hevur Kasparov verið besti telvari í heiminum, av flestu mettir at vera besti nakrantíð. Tapið ímóti Kramnik var fyrsta dystartap sum heimsmeistari.
Men onki kann steðga russiska úlvinum, sum hóreiggjar sær millum lombini. Kasparov er ósigraður síðan hann misti krúnuna, og í kvikkappingini í Cannes, Frankaríki, sum endaði í sunnudagin, var hann aftur suverenur og vann í finaluni móti landsmanninum Evgeny Bareev. Bareev var sekundantur hjá Kramnik og var skjótur at viðmerkja aftaná HM-dystin, at Kasparov epokan var av. Men stórsigrar í og Wijk aan Zee, Linares og nú í Cannes, tala sítt egna mál.
Sterk kapping
Kvikkappingin varð sera sterk, har eitt nú Adams, Morozevich, Judit Polgar, Svidler og Grischuk vóru millum luttakararnar. Á vegnum til sigurs basti Kasparov stjørnuni frá Tórshavn Open Grischuk, sum hevði enn eina framúrskarandi kapping og endaði millum fýra teir bestu. Grischuk er bert 17 ár og verður mettur at mennast fyri hvønn dag sum gongur.
Kasparov epokan heldur fram.
Olaf Berg vann
Ein annar sum í hesum tíðum eisini er ósigraður er ungi Olaf Berg úr Havnini. Hann vann trygt og suvirent eina opna rataða kapping sum hevur verið telvað í hølum Havnar Telvingarfelags í vetur.
Olaf fekk heili 8,5 stig av níggju møguligum, sum er sera flott tá hugsað verður um manningina í kappingini, við eitt nú Herluf Hansen, Martin Brekká, Haldur Suni Johansen, Suni Merkistein og Jóhan Gaard. Jóhan, Herluf og Martin komu næstir í røðini.
Í Danmark luttók Eyðun Nolsøe í vikuskiftiskapping í Birkerød. Honum eydnaðist at fáa trý stig av fimm møguligum, og gav hetta honum eitt annað pláss.