Bundesligan: Sigrar til liðini hjá føroysku landsliðsleikarunum

Hákun var triðbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin í dag

Tveir føroyskir landsliðsleikarar vóru í leiki í bundesliguni í dag.

 

Hákun West av Teigum hevði ein rimmar fyrra hálvleik, tá Füchse Berlin á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin vann 37-32 á Leipzig. Í steðginum var Füchse á odda 20-17.

 

Hákun skoraði fimm mál upp á seks málroyndir í dystinum, øll í fyrra hálvleiki. Hákun var triðbesti málskjúttin hjá Füchse í dag. Mathias Gidsel - var sum vant - toppskjútti. Hesaferð við níggju málum. 

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á útivølli stórsigur 36-25 á HSG Wetzlar. Í steðginum var Wetzlar á odda 16-13, men í seinna hálvleiki gjørdi Hannover-Burgdorf bart.

 

Vilhelm skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál (assist).

 

Havnarmaðurin, Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu stórsigur 39-25 (21-8) á Stuttgart á útivølli.

 

Jóhan skoraði tvey mál í dystinum.

 

Flensburg-Handewitt og Füchse Berlin hava fýra stig hvør aftaná tvey tey fyrstu umførini. Hannover-Burgdorf hevur tvey stig. Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel hevur somuleiðis tvey stig. Enn hava vit til góðar at síggja Elias í dysti í bundesliguni hetta kappingarárið.