Talan gjørdist um ein góðan dag hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, har trý føroyingalið vunnu sínar dystir.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og hansara liðfelagar í HØJ halda fram við framúr góða avrikinum. Í dag vann HØJ tólvta sigurin á rað, og teir hava framvegis fult stigatal.
Í dag vann HØJ á útivølli ein greiðan 31-23 sigur á Norddjurs. Í steðginum var HØJ á odda 19-12.
HØJ hevur 24 stig í oddinum. Liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh hevur 20 stig á øðrum plássinum.
Kjartan Johansen (myndin) skoraði eitt mál, tá hann og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn á útivølli vunnu 28-26 á Roskilde. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Lemvig-Thyborøn er nummar fýra í deildini við 17 stigum.
Jónas G. Djurhuus skoraði fimm mál, og bróðurin, Janus skoraði fýra mál, tá teir saman við Boga Hansen og liðfeløgunum í FIF vunnu dyst á útivølli móti Odder.
FIF vann 34-32 í málríka dystinum. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.
FIF er nummar átta í deildini við 10 stigum.
Í morgin klokkan 14 spæla Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne dyst á heimavølli móti Rækker Mølle.