Sigrarnir og javnleikirnir hjá HB og Víkingi í fyrsta undanumfarinum í Champions League og Europa League, og javnleikirnir hjá ÌF og B36 í Europa League í fyrsta undanumfari hava munað.
Føroyskur felagsfótbóltur er nú farin framum Wales á UEFA CLUB RANKINGS, sum er styrkislistin fyri fimm tey seinastu árini í teimum evropeisku felagsliðs-kappingunum.
Tað er nú púra javnt millum føroyskan og estiskan felagsfótbólt, og tí er at vóna, at HB kann fáa stig heima ímóti Partizan Beograd, og Víkingur ger ein vørr aftrat.
Tí er eyka stór orsøk at ynska Víkingi góða eydnu í annaðkvøld ímóti Tromsø úr tí næstbestu norsku deildini. Søguliga sæð hevur Tromsø altíð verið eitt sterkt heimalið á Alfheim leikvøllinum í Tromsø, meðan teir hava verið væl veikari á útivølli. Vónandi fer tann søgan at halda á Svangaskarði hóskvøldið.
Seinasta uppdateringin av UEFA CLUB RANKINGS sæst her, har føroysku felagsliðini nú eru nummar 49 av teimum 54 UEFA-limalondunum, við einum møguleika at vinna seg uppá 48. plássi, um eydnan er Víkingi og HB blíð.
Styrkislistin sæst á hesari slóðini: http://kassiesa.home.xs4all.nl/bert/uefa/data/method4/crank2015.html
Tað eru serliga úrslitini í ár, og í fjør, sum hava flutt okkum rætta vegin.