Sigrun Gunnarsdóttur og Astri Luihn sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík

Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan klokkan 16 í Smiðjuni í Lítluvík.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, setur framsýningina, og Petra Iversen syngur.

 

Sigrun og Astri verða sjálvar til staðar allar dagarnar.

 

Framsýningin er opin: 28/7 klokkan 16-19, og 29/7 og 30/7 klokkan 14-19.

 

Tær báðar eru millum okkara fremstu listafólk og hava havt framsýningar saman í mong ár runt um í verðini, m.a. í USA, Japan, Norðurlondum, Eysturríki og Týsklandi.

 

Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Kunstakademinum í Keypmannahavn. Hon er fødd og uppvaksin á Eiði.

 

Astri Luihn hevur útbúgving sum tónleikari og tónleikafrøðingur frá Konservatoriinum og Universitetinum í Oslo, har hon er fødd og uppvaksin. Hon hevur búð í Føroyum í meira enn 50 ár.

 

Astri og Sigrun hava havt stórar prýðisuppgávur, bæði almennar og privatar.

 

##med2##