Fyri tveimum árum síðani var badminton ikki við á Oyggjaleikunum á Rhodos, so tí var tá skipað fyri einari alternativari kapping, sum var í Grønlandi. Har sást tendensurin í framgongdini hjá føroyskum badminton, ið var staðfestur í Álandi í farnu viku.
Ikki minst var tað ein stórur glotti, at Sigrun Smith, ið hevur føroyskan pápa, tá megnaði at vinna gull í einmansleiki hjá kvinnum. Og nú hon skuldi verja meistaraheitið í Álandi, endurtók hon bragdið við einum 2-0 sigri á vinkonu síni, Mille Schiøtt Kongstad úr Grønlandi, sum spælir í sama felag sum Sigrun í Danmark.
Men áðrenn komið var so langt, skuldi Sigrun royna seg í hálvfinaluni ímóti Kimberley Klague av Isle of Man, ið gjørdist eitt sindur tyngri at syfta, enn roknað var við. Sigrun vann fyrsta settið sera sannførandi, 21-11, men mátti lúta í øðrum setti, 18-21, áðrenn hon hálaði seg uppaftur og tryggjað sær 2-1 sigurin og finaluplássið við at vinna 21-17 í triðja setti.
Vann sannførandi
Í sínum lagi vann Mille í síni hálvfinalu 2-0 á einum øðrum spælara av Isle of Man, so tí var greitt, at vinkonurnar báðar aftur skuldu dystast. Sigrun vann á Mille í alternativu leikunum í Grønlandi, men í liðfinaluni var Mille tann drúgvara, so her var talan um ein dyst, báðar løgdu nógv í at vinna.
Men tað gjørdist ein óvæntað tryggur sigur til Sigrun, ið vann 2-0 við settúrslitunum 21-11 og 21-16, uttan at Mille Schiøtt Kongstad nakrantíð av álvara slapp inn í dystin. Og tað gjørdi ikki sigurin minni søtan fyri Sigrun:
– Tað var deiligt at vinna gull, og tíbetur fekk eg betur gongd í míni bein, enn eg havi gjørt. Eg lagaði spælið eftir, hvussu Mille spælir, tí vit kenna hvørja aðra so væl, og tað eydnaðist til fulnar. Hjá mær ráddi um at royna at taka ferðina úr spælinum og serva høgt, tí so visti eg, at eg kundi fáa hana. Og tað gekk, segði Sigrun eftir sigurin, ið ger, at hon aftur um tvey ár verður spælarin allar hinar vilja vinna á.
MYNDATEKSTUR:
Sigrun Smith megnaði til fulnar at stýra finaluni ímóti grønlendsku vinkonuni, Mille Schiøtt Kongstad, so hon ongantíð slapp í gongd í dystinum
Mynd: Álvur Haraldsen