Sigur »AirSep« tær nakað?

Nýggj útgerð tekur burtur vandamiklan oljudamp

Maskinmenn eru í størri vanda enn onnur at fáa krabbamein og sjúkur í andaleiðingini. Orsøkin er oljudampurin. Men nú er loysn fyri hesum.


Fyri nøkrum árum síðan fór amerikanska felagið Walker Engineering í samstarvi við sjóverjuna undir framleiðslu av tí, sum teir kalla »AirSep-skipanina«. Síðani er hetta »uppfinnilsi« farið um stóran part av heiminum. Henda útgerð hevur nevniliga víst seg at kunna taka burtur vandamiklasta heilsuvandan, sum maskinmenn eru í undir arbeiði. Gjøgnum árini eru nógvar kanningar gjørdar av heilsuni hjá maskinmonnum, og niðurstøðan er, at teir, sum arbeiða í einum maskinrúmi, eru í 2-3 ferðir størri vanda enn onnur at fáa krabbamein og sjúkur í andaleiðingini.

Men nú er loysn fyri hesum. Og ikki bert á hesum, men eisini á øðrum trupulleikum.

Íslendingar hava tikið nýggju útgerðina til sín, og nú umboðar Eyðbjørn Clementsen á Sandi íslendska felagið Véltak á Hafnafirði, sum er einaumboð fyri hesa útgerð í Europa.

Men hvat er so »AirSep« fyri nakað?

? AirSep er eitt tól, sum verður sett á luftinntakið á motorinum ella turbinuni. Endamálið við hesum tóli er fyrst og fremst at bøta um umhvørvið, soleiðis at tú sum maskinmaður ikki nýtist at seta heilsuna í vága fyri at arbeiða í einum maskinrúmi. Nógvir maskinmenn hava høvuðpínu og aðrar trupulleikar av oljudampinum, sum kemur frá maskinuni, men henda útgerð syrgir fyri, at tað í nógv størri mun slepst undan hesum.

Eyðbjørn Clementsen sigur, at AirSep-skipanin er spildurnýggj í Føroyum, men seinastu 18 mánaðirnar hava ikki færri enn 165 íslendsk skip fingið hesa útgerð ísetta.

? Eg havi sjálvur siglt sum maskinmeistari við íslendskum skipi, sum hevur hesa útgerð. Luftin í maskinrúminum er vorðin nógv reinari, og tað er maskinrúmið eisini. Vit brúktu einar 50-60 litrar av motorolju um samdøgrið, men við AirSep-útgerðini fór nýtslan niður á 18 litrar um samdøgrið.

Eyðbjørn sigur, at vanliga er trýst á krumptapshúsanum sum ger, at maskinan lekur olju og damp gjøgnum pakningar, pakkdósir og somuleiðis fer roykur upp ígjøgnum skorsteinin.

? Men við AirSep-skipanini hvørva allir innvendigir og útvendigir lekar, tí útgerðin skapar eitt undirtrýst í staðin fyri eitt yvirtrýst og skilir olju og luft frá hvørjum øðrum.

Hann vísir á, at umleið 30% av dampinum, sum fer út í luftina og inn á útluftingina á krumtapshúsanum, er olja.

? Men tá ið AirSep hevur reinsað gassið, fer yvirfallið niður aftur í krumtapshúsan. Tað merkir, at gassið verður sett inn aftur í motorin og brent umaftur. Tí spara skipini, sum fáa sær eina AirSep-skipan, hópin av motorolju.

Orsøkin til, at Eyðbjørn kom í samband við íslendska felagið Véltak, sum umboðar hesa útgerð, er, at skipið, sum hann var við, fekk eina tílíka skipan ísetta, og sjálvur viðgongur Eyðbjørn, at hann er sera bilsin av góða úrslitinum.

? Ein annar trupulleiki er, at oljudampur ofta kemur upp úr maskinrúminum og upp í verksmiðjuna, men við AirSep verður hesin trupulleiki ógvuliga minimalur fyri ikki at siga eingin, tí nú verður einki trýst út úr maskinuni longur.

Eyðbjørn vísir á, at útgerðin eisini kemur manning sum heild til góðar, tí skipini rúka minni, og harvið kemur minni roykur inn í manningarrúmini.

Íslendska felagið hevur sett hesa útgerð á motorar, sum eru heilt úr 100 hk upp í 3.000 hk.

Spurdur, um AirSep minkar um megina á motorinum, sigur Eyðbjørn, at tað er júst tvørtur ímóti.

? Tað er stórur munur í einum maskinrúmi, sum hevur AirSep og einum, sum ikki hevur. Eg hevði so ikki viljað verið hesa útgerð fyri uttan.

AirSep-útgerðin er ikki serliga kostnaðarmikil. Tað kostar einar 70.000 krónur at seta eina slíka skipan á eina maskinu, sum er einar 1800 hk og á tveir ljósmotorar. Um skipanin bara verður sett á høvuðsmotorin, er hetta ein íløga upp á einar 45.000 krónur.

? So tað er skjótt at spara henda pening innaftur, sigur Eyðbjørn Clementsen, sum býður sær til at upplýsa menn, sum kundu hugsað sær at fingið meira at vita um hesa at kalla kollveltandi útgerð.

Sjálvur hevur Eyðbjørn ein hóp av myndum av íslendskum skipum, sum hava fingið hesa útgerð.

? So, tað ber altíð til at fáa hetta prógvað, um menn eru í iva, leggur hann afturat.

Eyðbjørn er at hitta á tlf. 61073, og hann hevur telefax nr. 61873.

-v.