Sigur landsliðnum farvæl

Súni Olsen takkar nú fyri seg á føroyska fótbóltslandsliðnum

Tá føroyska A-landsliðið týskvøldið møtir Eysturríki á Tórsvølli, verður hetta seinasti landsdysturin hjá Súni Olsen.

 

32 ára gamli landsliðsleikarin hevur boðað frá, at hann takkar fyri seg á landsliðnum.

 

Orsøkirnar til at Súni Olsen ikki heldur fram sum landsliðsleikari eru fleiri.

 

- Tíðin strekkir ikki reiðiliga til, og eg havi eisini tvey børn, og tað er har, raðfestingin er. Kanska er mann eisini komin í ein aldur, har aðrir ungir leikarar banka uppá dyrnar hjá føroyska landsliðnum, sigur Súni Olsen.

 

Hann dylir ikki fyri, at hann hevur nógvar góðar upplivingar frá teimum 13 árunum, hann hevur verið partur av fótbóltslandsliðnum.

 

- Hetta hevur verið eitt minniligt tíðarskeið, og eg havi havt nógvar góðar upplivingar, sigur Súni Olsen, sum tó ikki sleppur fótbóltinum heilt.

 

- Eg ætli mær framvegis at vera við í bestu deildini, sigur Súni Olsen.

 

Tey 13 árini, hann hevur verið partur av føroyska A-landsliðnum, hevur hann spælt 52 dystir og skotið trý mál. 

 

Hoyr alla samrøðuna við tann skjótt fyrrverandi landsliðsleikaran við at trýsta á pílin undir myndini.