Hugdu tú eftir brúdleypinum í sjónvarpinum?
- Eg hugdi ógvuliga lítið. Tað sigur mær ikki so nógv, og tí tímdi eg ikki at hyggja. Tó skal sigast, at eg hugdi at sjálvari vígsluni, tá ið hon var.
Hvat heldur tú um, at danir brúka hópin av peningi upp á eitt slíkt brúdleyp?
- Tað haldi eg er í lagi, tí kongshúsið er gott PR fyri Danmark. Hetta var jú eisini fyrstu ferð síðani einaferð í 1700-talinum, at eitt krúnprinsabrúdleyp var í Danmark, so tað er í lagi, at teir gera nógv burturúr.
Er tað rætt, at almennu Føroyar brúktu pengar upp á brúdleypið?
- Eg haldi tað verða í fínasta lagi, at Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen fór niður, tí vit skulu vísa virðing fyri danska kongshúsinum, so leingi sum vit eru ein partur av kongaríkinum.