Sigur Rós var eitt av teimum seks nøvnunum, ið vórðu almannakunngjørd í síðstu viku. Hini vóru serligi bretski hipp hopp bólkurin The Streets, danski poppbólkurin við nógvum elementum úr klassiskum tónleiki Under Byen, norksu ljóðanarkistarnir í Killl og lovandi bretski bólkurin Lady Sovereign og danska blandingin av royndum popptónleikarum WhoMadeWho.