Íslendski bólkurin Sigur Rós gongur nýggjar leiðir í lýsingarferðini fyri nýggju útgávu teirra.
Í næstum verða íslendsku Sigur Rós at síggja í einum parti av The Simpsons.
Matt Groening, upphavsmaður til Simpsons, sigur seg vera Sigur Rós fjeppara, og hann er stoltur av og fegnast um at fáa íslendskt íslett í tað hann kallar hesa heldur tápuligu røð.
Sigur Rós koma við útgávuni Kveikur tann 17. juni, so hettar hóskar væl við vitjanina hjá The Simpsons. Teir fara á ferð og spæla eisini á Roskilde í ár.