Sigur seg hava sæð Madeleine

Bretska løgreglan kannar nú, um ein bretsk genta, sum var í einum flogfari frá Ibiza til München, kann vera tann horvna Madeleine McCann. Tað skrivar blaðið The Sund. Sambært blaðnum hevur ein 42 ára gamal týskur handilsmaður, Frank Bode, bóðað bretsku myndugleikunum frá, at hann sá gentuna í flogfarinum.

-Tað var okkurt, sum segði mær, at at gentan, sum var millum sjey og tíggju ár, kundi vera Madeleine. Tað var, sum passaði hon ikki saman við hinum í familjuni. Pápin var ivaleyxt týskari eins og teir báðir brøðurnir, sum vóru um 12 ára aldur, men mannan tóktist vera ensk, sigur Frank Bode. Hann leggur afturat, at familjan tosaði týskt, men ikki gentan.

-Eg hoyrdi hana tosa á enskum, sigur Bode.

Bretska løgreglan hevur kunnað Kate og Gerry McCann um frásøgnina hjá tí týska handilsmanninum.

Madeleine McCann hvarv í Praia da Luz í Portugal tann 4. mai í 2007.