Sigur í seinna dystinum

Føroyska hondbóltslandsliðið vann seinna dystin móti íslendska U-21 liðnum

Hondbóltur

Eftir tepurt tap sunnudagin skuldi føroyska manslandsliðið í hondbólti aftur royna seg móti íslendska U-21 liðnum týsdagin.
Og hesa ferð gekst betri. Endaliga úrslitið gjørdist 28-26 til føroyska liðið, sum hesa ferð var nakað styrkt, tí Hans Áki Dal-Christiansen aftur var tøkur.

Ansaðu betri eftir
Um sjálvan dystin hildu venjararnir hjá føroysku monnunum, at leikliga var hann kanska ikki á hædd við fyrru uppgerðina, men taktiskt stóðu okkara seg nú betri.
- Vit vóru í størri mun greiðir um, hvørjum vit skuldu ansa eftir á íslendska liðnum, og tað gjørdi í hvussu so er, at skjúttarnir hjá teimum ikki sluppu eins væl framat, heldur hjálparvenjarin hjá føroyingunum, Hjalmar Klein Olsen.
Føroysku málini í hesum dystinum skutu Sámal Joensen, 9, Heini Joensen, 8, Ingi Olsen 5, Martin Hummeland, 3, John Zachariasen, 2 og Bjarni Wardum 1