22. apríl í ár komu boðini um, at David Moyes var uppsagdur í Manchester United, og hóast hann eftir tað royndi eydnuna í spanska Real Sociedad, so gjørdist hann aftur arbeiðsleysur eftir 42 dystir við felagnum.
Tað hevur eydnast enska BT Sport at gera samrøðu við David Moyes, sum eisini er fúsur at umrøða tíðina í Manchester United. Hann sigur seg vera vónbrotnan av, at hann ikki fekk longri tíð í felagnum.
- Tað var mín fatan av felagnum, at teir altíð høvdu tol við venjaranum, og at teir fingu góða tíð – eisini í mótgongd. Eg helt øll vóru greið yvir, at tað fór at taka tíð at byggja víðari upp á tað liðið, sum Sir Alex lat eftir seg, men tíverri fekk eg ikki gjørt tað upp á tíggju mánaðir, sigur Moyes, sum tó unnar Louis van Gaal starvið.
- Hann hevur uppiborið tað. Tað er framvegis ein ætlan, sum er í gerð, og eg vænti ikki, at United verður stemplað sum eitt felag, sum javnan koyrir venjaran til hús, sigur David Moyes.
BT Sport spurdi eisini David Moyes, um hann hevði tikið av, um Manchester United hevði boðið honum venjarastarvið aftur.
- Um eg hevði tikið við starvinum aftur? Sjálvandi. Tað eru ógvuliga fáir venjarar, sum ikki vilja venja Manchester United, sigur hann.