Sigurd Barrett biður danska fólkið hjálpa sær

Bilurin hjá Sigurd Barrett, har øll leiksýning hansara er í, er stolin.

 

– Nú senda vit eina áheitan á alt tað danska fólkið, sum hann sigur, um at hava eyguni við bilinum.

Í hesum døgum er Sigurd Barrett á ferð kring Danmark við leiksýning síni 'Sigurds sange om naturvidenskab', men nú hevur hann rent seg í ein álvarsaman trupulleika.

Tí bilurin við allar leiksýningini er stolin. Tað skrivar Sigurd Barrett í einum uppslag á Facebook, har hann biður um hjálp at finna bilin.

– Eg eri skelkaður og ræðuliga harmur av, at nakar kann finna upp á hetta. Nógv av tingunum hava bara virði fyri okkum, so tað er púra meingsleyst, sigur Sigurd Barrett við Ekstra Bladet.

– Eg heiti á danska fólkið um at halda eyga við bilinum, heldur hann fram.

Í uppslagnum, sum er skrivað í morgun, stendur, at bilurin er ikki sæddur síðani í gjárkvøldið umleið klokkan 21.

Sigurd Barrett er danskur undirhaldari, klaverspælari, tónasmiður og rithøvundur. Hann er millum annað kendur fyri sínar sjónvarpssendingar við tilfari til børn. Hann er eisini javnan at síggja í Føroyum saman við føroysku konu síni, fiólspælarin Heiðrun Petersen úr Havn.

Sigurd Barrett og fólk hansara hava tíðina ímóti sær í dag, tí longu seinni í dag skulu tey aftur á pall.

– Vit spældu í Hørsholm í gjár, og í dag skulu vit spæla í Herlev klokkan trý, sigur Barrett, sum fer pallin, sjálvt um bilurin ikki kemur afturíaftur fyri ta tíð.

– Vit gera tað kortini, vit eru ikki so løtt at syfta, sigur ein ógvuliga skelkaður Sigurd Barrett, sum sigur, at bilurin er fullur av leikbúnum, tónleikaútgerð og ljósútgerð.

Um onkur finnur bilin, so verður finningarløn latin, sigur Barrett við Ekstra Bladet.