7 ára gamli havnardrongurin, Sigurd Danielsen, var ein av luttakarunum.
Nakrir dagar seinni ringdi ein frá Bragdinum og boðaði frá, at Sigurd hevði vunnið ferðaseðilin.
Tá hann fekk tað at vita, var hann ikki so øgiliga glaður, heldur óttafullur.
Hansara fyrsti spurningur var, um hann so noyddist einsamallur til Danmarkar.
Tá hann so fyri nøkrum døgum fekk ferðaseðilin sendandi við postinum, hevði hann fingið at vita frá foreldrunum, Ingun og Per Danielsen, at hann sjálvandi ikki skuldi einsamallur til Danmarkar.
Tað eru nokk fleiri sum kennast við navnið, Sigurd Danielsen. Sigurd er nevniliga abbasonur kenda handilsmannin í Havn, Sigurd Danielsen, sála, sum í fleiri ár hevði handilin "Grønlandsbúðina" við Grønlandsvegin, og seinni handlaði í Bókbindaragøtu.