Sigurd og Pjerrot hugtóku børn og vaksin

Fyrsta framførslan var í Vágshøll týskvøldið og Sigurd Barret og Pjerrot hugtóku

Týsdagin nýtti Pjerrot og Sigurd og familja hansara at ferðast kring Suðuroynna, skrivar sudurras.com.
Týskvøldið var so fyrsta framførslan hjá Sigurd barret og konuni og hjá klovninum Pjerrot. Hetta var í Vágshøll.
Fyrst var undirhald við føroyskum undirhaldarum og so komu Sigurd og dukkudýr hansara á pallin. Sigurd er ein úrmælingur á klavrið og trummu – bæði í senn.
Og hann dugir at fáa børnini, og tey vaksnu, við, tá hann hevur bjørn sína við í leikinum, umframt hini dukkudýrini. Kona hansara luttók eisini við vøkrum sangi í operastíli.
Pjerrot hugtók børnini við ymsum gandaleikum og ballóndýrum.
Við síðuna av pallinum stóð klovnurin Paljetta, hin kenda Jane Wigh, og málaði andlitsmáling á børnini og bíðirøðin var so long, at hon var til fleiri tímar, og fekk Paljetta tí hjálp at enda frá starvsfólki úr frítíðarskúla, ið saman við starvsfólkum úr barnagarði skuldi í workshop í hesum kynstrinum seinni á kvøldi.
Tiltakið, sum Suðuroyar Sparikassi stóð fyri, eydnasðist sera væl. Tiltakið verður í Havn 8. november og í Klaksvík 9. november.