Tann 16. februar vóru 25 ár liðin síðan Sigurfari í ódnarveðri á Flemish
Cap bjargaði fimm monnum av M/S Mekhanik Tarasov.
Í einum telduposti frá stýrimanninum Vyacheslav Kozhukhov, stílað til
skiparan á Sigurfarinum, Mikkjal Olsen, verður víst stórt takksemi yvirfyri
manningini á Sigurfarinum, nú 25 ár eru liðin síðan lagnutungu náttina.