Stóra málið hjá kvinnunum umborð á Jarnbardi hevur verið, at tær skulu vinna á Ólavsøku. Soleiðis er tað framvegis, men sjálvandi fegnast tær um, at tað eydnaðist teimum at koma fyrstar á mál longu á Vestanstevnuni:
? Í Fuglafirði vóru vit tætt við. Tá vóru vit 6/25 av einum sekundi aftanfyri Gongurólv. Vit roknaðu tað at vera longdina á einum blýanti ella lítið meiri enn tað. So vit høvdu gott mót, tá ið vit fóru vestur í Vágar, tí nú høvdu vit vant tríggjar ferðir afturat. Tað eydnaðist at vinna, og vit eru sjálvandi ovurfegnar yvir, at tað gekk so væl, men eingin skal ivast í, at stóra málið hjá okkum er at vinna ólavsøkuróðurin. Har verður tað avgjørt, um stutta kappingarárið hjá okkum verður væl eydnað ella ikki.
Tað er Jannie Dam Jacobsen, sum vit tosa við. Hon er stýrimaður og bátsformaður umborð á Jarnbardi. Tað hevur hon verið í fleiri ár. Tær vunnu FM í fjør og eisini í 1997, 1999 og í 2000. Í ár høvdu tær ikki umstøður at vera við í teimum fyrstu róðrunum, men nú líkist manningin heilt nógv henni, sum í 2000 vann FM. Á Vestanstevnu vóru allar tær somu við sum í 2000 uttan ein.
? Tá ið vit mannaðu bátin undan Sundalagsstevnuni var tað meiri fyri stuttleikar. Undan Jóansøkuni skiftu vit tvær út, og aftaná Jóansøkuna skiftu vit aftur tríggjar út. Tær, sum síðani eru komnar umborð, eru royndir rógvarar. Fleiri av teimum búgva niðri og eru heima í summarfrí. Síðani eftir Jóansøkuna hava vit tikið venjingina í stórum álvara. Tað hevur gingið væl. Vit vóru nær við at vinna í Fuglafirði, tað eydnaðist hesa ferð, og vit ætla okkum heilt víst at vinna á Ólavsøku, sigur bátsformaðurin avgjørdur.
Tær, sum mannaðu Jarnbard í Sandavági, vóru Jannie Dam Jacobsen ? Rannvá Eiriksdóttir, Signhild Petersen, Svanna Jákupsdóttir, Eivy Olsen, Brynhild Klein og Rannvá Jacobsen. Í fjør vóru fýra at teimum vit til at vinna FM ? Jannie, Eivy, Brynhild og Rannvá.
Næstan beinanvegin fremstar
Jannie Dam Jacobsen ásannar, at umstøðurnar at rógva í Sandavági vóru øðrvísi, enn tær hava verið í hinum kappingunum.
? Lotið og aldurnar lógu inn á síðuna úti á málinum. Tað var torført at halda seg til tað, sum vit frammanundan høvdu ætlað. Tá ið vit spurtaðu, bar tað hjá summum til at seta føtur í bekk, men tað vóru ikki allar, sum fingu føturnar upp av lunninum. Á seinna partinum av málinum var tað meiri undan. Tá bar tað til so at siga at ríða á aldunum. Tað eydnaðist onkra ferðina, men so lúrdi vandin fyri at enda í aldudalinum, og tá kendist tað næstan, sum um báturin stóð stillur.
Kendi tú tað soleiðis, sum um tit stýrdu kappingini alla tíðina?
? Eg haldi ikki, at tað royndist so væl hjá okkum í fyrstu tøkunum, eftir at vit vóru startaðar. Men eftir tey fyrstu tíggju fimtan tøkini vóru vit frammanfyri. Kappingin var alla tíðina stór frá bæði Páll Fanga og Gongurólvi, men eg haldi, at tað kom ikki fyri, at hinir bátarnir vóru frammanfyri okkum. Munurin var stuttur, men tá ið vit hoyrdu fyrsta skotið, var eg púra sannførd um, at vit høvdu vunnið, sigur royndi stýrimaðurin umborð á Jarnbardi.
Hóast manningin hevur nógvar royndir og hevur vunnið nógv, so var hetta fyrsta ferðin, at tær vunnu við nýggja bátinum, sum Knørrafelagið hevur fingið í ár. Tí spyrja vit, um tað er munur á, hvussu bátarnir skikka sær.
? Tað er tað heilt víst. Fyri at fáa nýggja bátin at ganga væl, so er neyðugt at vera nógv friðarligari umborð, enn tað var á hinum bátinum. Nýggi báturin er rankari, og hann tykist tola minni av, men hann gongur væl, tá ið vit fara við honum, sum vit skulu.
Blandað manning
Næstu kappingarneytarnir hjá Jarnbardi í Sandavági vóru FM manningin á Gongurólvi og tær umborð á Páll Fanga. Tær í Klaksvík vunnu ta kappingina, og harvið endaði Gongurólvur á triðja plássinum í fyrsta róðrinum í ár, sum tær ikki vunnu. Men tað er greitt, at tær hava vunnið FM heitið, hóast tað framvegis er møguleiki fyri, at onkur annar bátur kann vinna sjey stig á Ólavsøku. Eingin ivi man kortini vera um, at tær umborð á Gongurólvi fara at gera alt, sum tað ber til, fyri at vinna síðsta róðurin. Nú hava tær tvær vikur at fyrireika seg til ta kappingina í.
Fyrr í ár skuldi tað eitast, at manningin á Jarnbardi, sum vann FM kappingina í fjør, var á Scilly oyggjunum og kappaðist. Men tað vóru bara tvær av Jarnbardi við í tí kappingini. Afturat teimum vóru fimm aðrar, sum tær umborð á Jarnbardi nú kappast við av øllum alvi, men sum tær tá fingu at hjálpa sær. Talan var um rógvarar umborð á Gongurólvi, Páll Fanga og Riddaranum.
Í Sandavági hekk Lómur leingi uppi í oddastríðnum, men argjakvinnurnar noyddust at sleppa síðsta partin av teininum. Munurin á málinum millum Jarnbard og Páll Fanga var ein lítil bátslongd, munurin millum Páll Fanga og Gongurólv var so at siga eingin, og fjarstøðan millum Gongurólv og Lóm var 2?3 bátslongdir. Smyril kom einsamallur á mál, og Fuglfirðingur vann tøttu kappingina við Fortunu um at sleppa undan aftasta plássinum.